Alva og Lias
Bókaklubbin
132,00 kr
Spar 16,00 kr
- Síður: 52
- Útgávuár: 2021
- Upprunamál: føroyskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Elsubeth M. Fossádal
- Myndir: Kathrina Skarðsá
Ein fitt, upprunaføroysk myndabók við søgum og fakta eftir Elsubeth M. Fossádal. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt.
Í bókini eru tríggjar søgur um systkini Alvu og Lias.
Elsubeth M. Fossádal er, umframt at vera rithøvunduri, eisini lækni. Aftaná hvørja søgu er ein faktasíða, har ein lækni greiðir barninum frá tí, sum hendir í søguni: hvat tað er at fara til barnakanning, um ovurviðkvæmi, og hvat vit skulu gera, um vit brenna okkum.
- Perlan er í øllum ælabogalitum. Lias er hugtikin og heldur, at perlan glitrar og líkist einum gimsteini. Hon skyggir, tá hann snarar henni á. Hvar skal hann goyma hana?
- Alva hevði viljað átt ein hund, men hon tolir hvørki djór ella gras, tí hon er ovurviðkvom. Tá er gott at eiga ein abba, sum dugir at finna uppá.
- Ein dagin hjálpa Alva og Lias ommuni at gera rabarbugreyt. Tey røra í grýtuni, sum prutlar óført, og tá hendir tað, sum ikki má henda.
Brellbiti úr bókini: