Øll telja við

Bókaklubbin

180,00 kr  Spar 18,00 kr

  • Síður: 60
  • Útgávuár: 2020
  • Upprunamál: norskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Kristin Roskifte
  • Myndir: Kristin Roskifte
  • Týðari: Ria Tórgarð
Deil:

Lukkutíð eru øll fólk so ymisk. Hendan bókin er yðjandi full av fólki. Tú kanst telja tey, fylgja teimum, dáma tey og leggja til merkis, hvussu søgur teirra flættast saman. Her eru fleiri smá og stór loyndarmál at avdúka hjá einum, sum er forvitin og hevur gløgg eygu. Og hyggur tú ordiliga væl, finnur tú kanska teg sjálva/n.

Norska Kristin Roskifte hevur skrivað og myndprýtt bókina, og í 2019 fekk henda bókin tað stóru Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Ein sjáldsom bók, sum fær lesaran at hugsa og undrast, ímeðan hann stuttleikar sær við at leita og fáa søgurnar at ganga upp.

Hetta er ein bók, sum hóskar til nógvar ymiskar aldursbólkar.