Eta gras

Bókaklubbin

120,00 kr  Spar 28,00 kr

  • Síður: 24
  • Útgávuár: 2020
  • Upprunamál: svenskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Sami Said
  • Myndir: Sven Nordqvist
  • Týðari: Sanna Andrassdóttir Dahl
Deil:

Hetta er ein fitt, stuttlig og nemandi søga um smágentuna Imani Lillian Mau. Í landinum, har Imani býr, er viðhvørt turkur, og viðhvørt regnar tað alt ov illa. Tí vaksa maisini ikki altíð so væl. Ein av grannunum roynir at lumpa hini í bygdini at keypa snild tól frá sær til at fanga regnskýggj, tá tað er turkur, og sólstrálur, tá tað er regnflóð.

Bókin lýsir ein øðrvísi veruleika við teimum spælandi og bjartskygdu eygunum á einum barni: 

"Her eru vit, undir sólini og skýggjunum. Eg eigi eina fitta mammu, hønu mína Roro, og eg eigi meg sjálva. Kann mann ynskja sær meira?"

Rithøvundurin Sami Said, sum er úr Eritrea og Svøríki, hevur skrivað bókina. Svenski myndprýðarin og rithøvundurin Sven Nordqvist hevur myndprýtt bókina. Nordqvist kenna vit eitt nú frá bókunum um Mammu Mu og Pettson og Findus.