2-5 ÁR: Dinosauravinir - Skattaveiðan

Bókaklubbin

160,00 kr  Spar 18,00 kr
  • Síður: 50
  • Útgávuár: 2022
  • Upprunamál: Norskt
  • Rithøvundur: Lars Mæhle
  • Myndir: Lars Rudebjer
  • Týðari: Silja Aldudóttir
Deil:

Rasmus og Trygvi finna eitt loyndarfult skattakort ímillum runnarnar uttan fyri Rex-holuna. Ein virðismikil skattur liggur grivin langt inni í mýriskóginum. Rasmus hevur ikki hug at fara á skattaveiðu – kanska lúnskir sjórænarar eru uppií! Men at enda sannførir Trygvi hann. Á vegnum møta teir fleiri vandamiklum forðingum. Finna teir skattakistuna? Og ikki minst: Hvat er í henni?

Kom við í Dinosauraríkið og hoyr eina spennandi og stuttliga søgu um Rasmus og Trygva og allar hinar dinosauravinirnar.

Aðrar bøkur í røðini: Eggið, Svimjikappingin og Ferðin

Bókin fer til børn, sum eru 2-5 ára gomul.