STYRKI - Karanabreytin, loggbók 1
Bókaklubbin
220,00 kr
Spar 20,00 kr
- Síður: 243
- Útgávuár: 2021
- Upprunamál: Danskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Cecilie Eken
- Týðari: Laura Mary Lydersen
Eg eri eitt vrakpetti í so nógvum myrkri og tómleika, at eg eins væl kundi verið einki. Men eg eri. Enn eri eg her, og míni orð verða goymd í loggbókini, sum onnur ein dag kunnu lesa.
Rúmdarskipið hjá Sagu er sorlað sundur og farið púrasta av kós, og nú skrivar hon sínar frásøgur, áðrenn hon noyðist at fara í ævigan dvala. Hvør er hon, og hvaðani er hon? Hvat var tað, sum hendi, tá tey fremmandu av Kamenia hertóku hennara gongustjørnu? Hon mátti taka á seg at fara ímóti máttmikla fúrstanum og synum hansara. Sjálvt um hon onga Styrki hevði.
STYRKI er fyrsta bókin í science -fiction røðini hjá Ceciliu Eken og er um styrki og veikleika, tað góða og tað ónda í menniskjum, stríð um vald, svikaráð og kærleika.