Bókin um dust - Loyniliga samveldið
Bókaklubbin
- Síður: 667
- Útgávuár: 2020
- Upprunamál: enskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Philip Pullman
- Týðari: Vagnur Streymoy
Bókin um dust er eitt tríverk, sum er um tíðina áðrenn og eftir hendingarnar í tríverkinum Myrkursins frumevni, sum kom út á føroyskum 2004-05. Í tí fyrsta bindinum La Belle Sauvage er tíðin sett 10 ár undan hendingunum í Myrkursins frumevni, og hon snýr seg um at verja nýføðingin Lyru Belacqua, sum er ein av høvuðspersónunum í upprunaliga tríverkinum.
Lyra Silvurtunga er nú ein ung kvinna, sum gongur á universitetinum í Oxford á øðrum ári. Tá ið daimonur hennara, Pantalaimon, verður vitni til eitt morð, eru tey noydd at fáa greiðu á sínum viðurskiftum á ein hátt, sum tey ongantíð høvdu ímyndað sær. Tey verða drigin inn í torgreiddar og vandamiklar ósemjur í einum heimi, tey ikki vistu, var til. Malcolm Polstead verður noyddur av stað á sína egnu ferð; einaferð ein drongur við einum báti og einum setningi at bjarga einum barni undan einari vatnflóð, nú ein maður við sterkari ábyrgdarkenslu og einari trongd til at gera tað, sum rætt er. Bæði Lyra og Malcolm noyðast at ferðast langt út um Oxford, ígjøgnum Evropa og inn í Asia fyri at leita eftir tí, tey hava mist – eftir einum býi, sum er plágaður av illum andum, eftir einum loyndarmáli mitt inni í einari oyðimørk, og eftir gátuni um dust.
Henda onnur bókin í nýggju røðini útbyggir og breiðkar episku parallellverðina hjá Philip Pullman. Tað er eitt máttmikið ævintýr og eitt tankavekjandi sjónarmið um, hvat tað vil siga at kenna teg sjálva/n, at vaksa upp og fáa skil á heiminum rundan um teg. Hetta er frásøgn av teimum bestu frá einum av heimsins bestu rithøvundum.