Bardagin um Salajak
Bókaklubbin
228,00 kr
Spar 40,00 kr
- Síður: 355
- Útgávuár: 2020
- Upprunamál: svenskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Johan Theorin
- Týðari: Vagnur Streymoy
Krýnikan um Jarmaland - 1. partur
Høgt uppi í norðri, í fjallaborgini Salajak, vaknar kongliga vittruliðið og strekkir sínar veingir út eftir vetrardvalan. Teimum leingist eftir kjøti, feskum kjøti …
Samstundis rýma tríggir beiggjar av garði sínum fyri at fara í part við herin, sum skal steðga óndu gerðunum hjá vittrunum. Ein ferð, sum førir teir móti tí botnleysu avgrundini aftan fyri Salajak, har gudinnan Hel hevur valdið - Jarmaland.
Svøríki í 1300-talinum - ein tíð við kríggi og valdsstríði, og har vittrur, álvur og lindormar vóru líka verulig og vandamikil sum svartideyði.
Ein verð av myrkri og ísi.