Falska rósan

Bókaklubbin

298,00 kr  Spar 50,00 kr

  • Síður: 532
  • Útgávuár: 2021
  • Upprunamál: Svensk
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Jakob Wegelius
  • Myndir: Jakob Wegelius
  • Týðari: Ása H. Ellefsen
Deil:

"Tygum hava biðið meg skrivað alt niður, sum eg veit um mannin, tey kallaðu Hetlands Jack. Tað skal eg gera. Eg skal siga tygum frá um harða lív hansara. Og tygum skulu fáa sannleikan at vita um, hvussu hann hvarv á løgnan hátt. Men søgan um Hetlands Jack var ikki komin at enda, tá ið faðir hansara varð funnin í havnini í Glasgow. Og nú er lagnan hjá Jack vorðin mín egna lagna. Um hetta má eg eisini skriva, hóast tað kenst svárt. Onkuntíð vil eg bara gloyma tann langa veturin í húsunum á Oswald Street og alt tað ónda, sum fór fram har. - Vinur tygara, Sally Jones"

Falska rósan er eitt sjálvstøðugt framhald av teimum virðisløntu bókunum Ótrúliga søgan um Sally Jones og Drápsmansapan.