11 ár og eldri: Hvíti fuglur

Bókaklubbin

220,00 kr  Spar 28,00 kr
  • Síður: 220
  • Útgávuár: 2020
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: R.J. Palacio
  • Myndir: R.J. Palacio
  • Týðari: Ása H. Ellefsen
Deil:

Tey, sum hava lisið bókina Undur, kenna Julian sum happaran, ið ger lívið trupult fyri Auggie. Í hesi grafisku skaldsøguni hoyra vit ótrúligu søguna um lívið hjá ommu Julian, ið sum ung genta krógvaði seg fyri nasistunum undir seinna heimsbardaga í Fraklandi. Ein søga um ljósið í myrkrinum, um ómetaligt dirvi, vinalag og kærleika.

R.J. Palacio gjørdist heimskend fyri bók sína Undur (Wonder), sum eisini bleiv gjørd til film. Hon hevur bæði skrivað og myndprýtt hesa fangandi søguna.

Bókin kemur til tey, sum eru 11 ár og eldri, í mars