11 ár og eldri: Harry Potter og eldbikarið

Bókaklubbin

290,00 kr  Spar 109,00 kr
  • Síður: 454
  • Útgávuár: 2019
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: innbundin við lesibandi
  • Rithøvundur: J. K. Rowling
  • Myndir: Jim Kay
  • Týðari: Malan Háberg
Deil:

Nú er hon her, myndprýdda útgávan av fjórðu bókini í røðini um heimsins kendasta gandakall - Harry Potter og eldbikarið.

Við makaleysum listarligum dugnaskapi gandar listamaðurin, Jim Kay, fram hugtakandi hendingar og yndispersónar: Illoygda Moody, Viktor Krum, Ritu Skeeter og fleiri onnur, ímeðan Beauxbatons, Durmstrang og Hogwarts stríðast fyri at vinna trígandasteypið í hesari einastandandi myndprýddu útgávuni av fjórðu bókini í sera væl umtóktu bókarøðini eftir J. K. Rowling.

Í somu løtu sum Myrkursins tekin brennur í luftini uppi yvir verðinsmeistaraskapinum í Quidditch, fer vandi at elta Harry Potter. Eldbikarið hevur valt hann at umboða Hogwarts í navnframu trígandakappingini. Harry verður royndur í gandi og dirvi longu í fyrstu kapping, har hann skal berjast við ungarska hornahalan. Ein roynd, sum hevði verið ein avbjóðing sjálvt fyri tað størsta og mest roynda gandafólkið. Men fyri Harry er kappingin bara byrjanin á einari nógv álvarsamari styrkisroynd. Í tokukenda ljósinum á Little Hangleton, har forfedrarnir hjá Tom Riddle liggja grivnir, er svartagandurin við at menna seg …

J. K. ROWLING er rithøvundurin, sum hevur skrivað bøkurnar um Harry Potter; hesar bøkur, sum bera av øllum, hava sligið øll sølumet og vunnið fleirfaldaðan heiður. Bókarøðin er elskað av fjepparum runt alla verðina, og meira enn 500 milliónir eintøk eru seld. Bøkurnar eru týddar til 80 mál og gjørdar til 8 stórfilmar. Rowling hevur skrivað tríggjar handbøkur fyri at stuðla vælgerandi endamálum: Quidditch Through the Ages, Undursom djór og har tey eru (fyri at hjálpa Comic Relief og Lumos) og The Tales of Beedle the Bard (fyri at hjálpa Lumos), eisini eitt filmshandrit við íblástri frá Undursomum djórum og har tey eru. Hon hevur eisini samstarvað um ein sjónleik, Harry Potter og bannaða barnið. Fyrri og seinni partur. Leikurin hevur verið sýndur í West End í London síðan summarið 2016 og byrjaði á Broadway á vári 2018. Í 2012 byrjaði talgilda fyritøkan hjá J. K. Rowling, Pottermore, har fjepparar sleppa at síggja tað nýggja, sum hon skrivar, og sleppa at kava djúpari niður í gandaheimin. J. K. Rowling hevur skrivað eina skaldsøgu fyri vaksin, The Casual Vacancy, og hon skrivar eisini krimisøgur undir dulnevninum Robert Galbraith. Umframt at hava fingið ein OBE fyri verk síni innan barnabókmentir, hevur hon fingið fleiri heiðurslønir, millum annað France´s Légion d´Honneur og H. C. Andersen heiðurslønina.

JIM KAY vann Kate Greenaway heiðursmerkið í 2012 fyri myndprýðingarnar í Eitt skrímsl kemur eftir Patrick Ness. Hann hevur lisið myndprýðing á University of Westminster, og eftir at hava tikið prógv, hevur hann arbeitt á Library & Archives of Tate Britain og í Botanic Gardens í Kew. Eftir at hann hevði sýnt myndir fram í Richmond Gallery, vendi ein útgevari sær til hansara, og síðan hevur hann arbeitt sum fríyrkisfólk. Jim Kay hevur framleitt heildarlist fyri film og sjónvarp og hevur havt verk við í einari bólkaframsýning á V&A-savninum í London. Myndprýdda útgávan av Harry Potter og vitramannasteininum gjørdist sera væl umtókt um allan heimin, og forlagið Bloomsbury hevur fingið hann at myndprýða allar tær 7 upprunaligu bøkurnar um Harry Potter. Jim Kay

Bókin kemur til tey, sum eru 11 ár og eldri um mánaðarskiftið oktober-november