Málverjin og havið
Bókaklubbin
- Síður: 264
- Útgávuár: 2020
- Upprunamál: norskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Maria Parr
- Týðari: Ása H. Ellefsen
Ein nýggjur fótbóltsvenjari ger lívið trupult fyri tólv ára gamla málverjan Lenu Líð. Í grannahúsunum hugsar Trilli um, hvussu hann skal fáa ta nýggju gentuna í flokkinum at varnast seg. Og á sjónum baksast abbin sum vant uttan at hugsa um, at hann er blivin gamal. Hetta árið mugu tey stríðast, Lena, Trilli og abbin, bæði við seg sjálv og við náttúrukreftirnar. Tí hvat skalt tú gera, tá tað bara er mótvindur, og eingin leggur í tað, sum tú dugir? Tú kanst í øllum førum ikki geva upp. Tí, sum Lena Líð sigur, tá nógv stendur á: Halló! Nú mugu tit sørinkvalimeg vakna!
Bókin er sjálvstøðugt framhald av Vafluhjørtu
Hvør hevur verið málverji?
Eg gapaði. Hvussu kundi hann ikki vita tað? Øll í bygdini vita, at Lena stendur í málinum hjá dreingjunum. Nú steig hon inn í ringin við málmanshandskum á hondunum og hugdi treisk upp á mannin í svarta venjingarbúnanum.
– Eg.
– Bara tú?