Fuglatemjarin - Søgnin um eygnasteinin 2

Bókaklubbin

180,00 kr  Spar 18,00 kr

  • Síður: 297
  • Útgávuár: 2021
  • Upprunamál: Svenskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Karin Erlandsson
  • Myndir: Sami Saramaki
  • Týðari: Guðrið Rubeksen
Deil:

Í norðara havnarbýnum fyrireika tey seg til veturin. Miranda og Syrsa hava búsett seg í húsunum hjá Lydiu, og við sama fimi, sum Miranda kavaði eftir perlum, klatrar hon nú høgt upp í smaragdkrúnurnar, har hon høggur við øks síni.

Men veturin kemur tíðliga og við vetrinum óndar kreftir, sum skjótt hava tikið vald á býnum. Dagskaturnar bera seg øðrvísi at, og tær leypa á í flokki. Tá ið Iberis við tí hvíta hárinum kemur til býin, broytist tann vinaligi býurin og er ikki til at kenna aftur.

Við Perlufiskaranum førdi Karin Erlandsson lesaran niður í havdýpið millum syngjandi perlur, gormkrabbar og rósuhávar. Í Fuglatemjaranum fær frásøgnin eitt sterkt og spennandi framhald.