Ódjór
Bókaklubbin
178,00 kr
Spar 6,00 kr
- Síður: 156
- Útgávuár: 2022
- Upprunamál: Føroyskt
- Rithøvundur: Silja Aldudóttir
- Myndir: Bárður Dal Christiansen
Vatnflóð og jarðskjálvtar eru í býnum, men eingin veit hví. Úr sínum loyniliga træi sær Asta rotturnar tysja runt í viðarlundini. Í skúlanum droymir hon um, at takið sorlast niður í høvdið á teimum øllum. Undir asfaltinum og betonginum hóttir ein vera við at leggja allan býin í oyði. Ein dagin stendur Asta andlit til andlits við hana.
Ein søga um ódjórini, sum liva rundan um og innan í okkum.