Útisetar
Ókeypis flutningur til limir í Danmark
Bank Nordik og Smyril Line stuðla Bókaklubbanum soleiðis, at limir í Danmark ikki rinda nakran eykakostnað fyri flutningin úr Føroyum til Danmarkar. Útisetar í Danmark rinda sostatt sama kostnað fyri bøkurnar sum limir í Føroyum.
Heldur ongin eykakostnaður verður lagdur afturat, um fleiri bøkur verða bílagdar.
Stuðulin frá Bank Nordik og Smyril Line merkir eisini, at limir í Bókaklubbanum í Danmark kunnu halda STROK og Píka7 uttan at gjalda fyri flutning, tí bløðini verða send saman við bókapakkunum. Trýst her og tekna hald fyri STROK og Píka7
