Um Bókaklubban
Í 1986 var Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags settur á stovn. Endamálið var at geva fólki høvi at ogna sær bíligar bøkur, av tí at tað fáa staðni í landinum vóru og enn eru bókhandlar.
Bókaklubbin er býttur í fimm bólkar: smábarnabøkur, myndabøkur, tekstbøkur til yngri børn, tekstbøkur til eldri børn, og ung.
Gerst limur í Bókaklubbanum - og fá fyrstu bókina ókeypis!
Vælkomin í Bókaklubban.
Við Bókaklubbanum fært tú ALTÍÐ eina bók, sum hóskar JÚST til tín.
Teknar tú barnið hjá tær, sum lim í Bókaklubbanum, fært tú fyrstu klubbabókina ókeypis.
Fyll navn, adressu og aldur á barninum inn í teigarnir HER og tit fáa eina bók sendandi.
Átta klubbabøkur um árið
Bókaklubbin sendir átta umfør við klubbabókum út um árið.
Ynskir tú IKKI at fáa klubbabókina í tínum aldursbólki ber til at býta hana um við eina aðra bók í staðin.
Vilt tú býta um, boðar tú frá við at senda teldupost til bokaklubbin@bokaklubbin.fo
Á bokaklubbin.fo ber altíð til at keypa fleiri bøkur. Har er ALTÍÐ opið!
Treytir
Tað ber bert til at keypa bøkur á heimasíðuni, um ein er limur.
Bókaklubbin hevur 3 mánaðir umbýtingarrætt - vit vilja, at tú er nøgd/ur við títt keyp!
Tað ber til at hava støðg á limaskapinum í 3 umførum.
Um ein ynskir at frámelda limaskap - skal teldupostur sendast til bokaklubbin@bokaklubbin.fo
Ókeypis at vera limur í Bókaklubbanum
Tað kostar einki at vera limur í Bókaklubbanum. Tú rindar einans fyri bøkurnar, sum tú fært.
Klubbabøkurnar eru rættiliga ymiskar, bæði tá ið talan er um teir ymisku bólkarnar, síðutal o.a., og hetta sæst sjálvandi aftur á prísunum. T.d. kostar pappbókin Mimbo Jimbo sigur góða nátt við 12 síðum til yngsta bólk 120,- krónur, og Comedy Queen til elsta bólk á 214 síður 225,- krónur.
Hvat kosta bøkurnar?
Á bokaklubbin.fo kanst tú velja millum 1000 føroyskar bøkur. Allir prísir eru íroknaðir postgjald, og bøkurnar kosta altíð minni enn í bókahandlunum, tá tær liggja í tínum postkassa.
GG! Tú fært altíð bøkurnar áðrenn gjaldi verður trekt av. Um tú hevur gjaldskipan vil tað siga, at bøkur, sum tú hevur fingið í februar verða goldnar í mars.
Kunning við tíðindabrævi
Øll kunning frá Bókaklubbanum verður send út við tíðindabrævi. Í tíðindabrøvunum verður millum annað greitt frá komandi klubbabókum og nýggjum bókum, umframt at upplýst verður um góð bókatilboð, tiltøk og annað.