Limakapping

 Limakapping!

Limakappingin hjá Bókaklubbanum er ein lesikapping, har tit kunnu vinna uppaftur fleiri góðar lesiupplivingar. Tað er sera einfalt. Tá tit hava fingið eina bók frá Bókaklubbanum, fáa tit ein teldupost sendandi við atgongd til kappingina.

Kappingin snýr seg um at svara rætt upp á ein spurning um okkurt í bókini hjá tykkum. Trýggir møguleikar eru at velja ímillum, og svara tit rætt, eru tit við í lutakastinum um eitt gávukort á 500 kr. at nýta á www.bokaklubbin.fo.

Eru fleiri limir í húskinum, sum fáa ymiskar bøkur? So svara tit spurningunum til allar tykkara bøkur. Minnist til at skriva navn og teldupost, tá tit luttaka. 

GG! Freistin at luttaka í kappingini hesa ferð er 18. oktober!

Vinningurin kann einans nýtast til at keypa bøkur framum tær, ið koma frá Bókaklubbanum. 

Hevur tú ikki sæð teldupostin við kappingini? Kanna so mappuna við spam/junk. Vel síðani at síggja teldupostar frá Bókaklubbanum framyvir.