Keypstreytir
Allir prísirnir eru í DKK, íroknað frakt og avgreiðslugjald. Galdandi prísir eru serprísir til klubbalimir. Fyrilit verður tikið til prísbroytingar.
Gjald
Tú kanst gjalda við vanligastu gjaldskortunum, so sum Visa, Visa Electron, JCB, MasterCard og Maestro. Tá ið tú bíleggur vøruna við gjaldskorti, skalt tú tasta inn kortnummar, kontrolltal og nær kortið fer úr gildi. Tað er ókeypis at nýta gjaldskortið, tí vit rindað øll avgjøld. Upphæddin verður ikki tikin av kontuni, fyrr enn vøran er send av goymsluni.
Trygd
Vit nýta trygdarprokollina SSL, sum fjalir upplýsingarnar millum internetbrovsara (kortánara) og internetservera (handilin). Hetta merkir, at teir upplýsingar, ið verða sendir, tá goldið er við gjaldskorti, verða vardir millum tygara teldu og til okkum.
Hátturin at fjala upplýsingar í samband við elektroniskan handil er SSL gjaldshátturin, ið er vanligasti og mest nýtti háttur. Hann verður mettur at vera ein ógvuliga tryggur háttur at flyta pening við. Á heimasíðuni http://www.betaling.dk ber til at síggja, hvussu ein SSL-gjalding verður framd.
Trúnaður
Upplýsingarnir - navn, bústaður og t-postur - ið tú sendir til okkara verða goymdar í trúnaði. Vit nýta bert tínar upplýsingar til at senda tær vøruna og annars at geva tær upplýsingar um hana.
Sending
Vøran verður send í Føroyum og útheiminum eftir galdandi avgreiðslu- og postgjaldi.
Vøran verður vanliga latin, áðrenn 2-3 gerandisdagar eru farnir.
Váttan fyri móttøku
Tá bílegging er gjørd fáa tygum sendandi váttan fyri móttøku av bíleggingini.
Endurgjald
Er vøran skadd, verður viðskiftafólkið biðið um at seta seg í samband við kundatænastu okkara bms@bms.fo.
Vit senda eitt nýtt eintak av vøruni uttan eyka kostnað.
Annað
Gjørt verður vart við, at tú mást vera fylt/ur 18 ár fyri at bíleggja vøru á e-handli okkara.
Eru aðrir spurningar, so kann teldupostur sendast til bokaklubban.fo á bfl@bfl.fo
![]() |
Búmerkið merkir, at bokaklubbin.fo kann móttaka gjalding av Dankort, Visa/Dankort og eDankort. |
![]() |
Búmerkið merkir, at bokaklubbin.fo kann móttaka gjalding av útlendskum Visa. |
![]() |
Búmerkið merkir, at bokaklubbin.fo kann móttaka gjalding av Visa Electron. |
![]() |
Búmerkið merkir, at bokaklubbin.fo kann móttaka gjalding av JCB. |
![]() |
Búmerkið merkir, at bokaklubbin.fo kann móttaka gjalding av Mastercard. |
![]() |
Búmerkið merkir, at bokaklubbin.fo kann móttaka gjalding av Maestro. |