Gev limaskap í gávu
Vilt tú geva eina serliga gávu, sum skapar lesigleði?
So kanst tú lata limaskap í Bókaklubbanum í gávu.
Tað kann t.d. vera ein føðingardagsgáva, dóps- ella navnagáva, konfirmatiónsgáva ella ein jólagáva.
Soleiðis gert tú:
Trýst á Gerst limur og skráset tínar upplýsingar og barnið, sum skal vera limur. Í tí niðasta teiginum "Viðmerkingar" skrivar tú hesar upplýsingar:
1. Viðmerk "gáva" ella "jólagáva".
2. Um tú vilt lata limaskapin í eina ávísa tíð, skrivar tú t.d. "1 ár" ella "2 ár" (stytsta tíðin er 1 ár = 8 bøkur). Um tú ikki ynskir at áseta, hvussu leingi limaskapurin skal vera, tí at tú vilt geva limaskapin framhaldandi, viðmerkir tú "framhaldandi".
3. Summi vilja, at gávan verður latin við postinum til limin beinanvegin, og onnur vilja geva ta fyrstu bókina í hondina. Saman við gávum senda vit eitt fitt gávubræv ella jólabræv. Um tú vilt hava, at tann fyrsta gávan og eitt gávubræv/jólabræv skal fara beint til limin, viðmerk so "send til limin". Um tú vilt hava fyrstu bókina og gávubræv/jólabræv heim til tín sjálvs, viðmerk so "send til gjaldara".
Dømi: Gáva, 2 ár, send til limin
Dømi: Jólagáva, 1 ár, send til gjaldara
Dømi: Gáva, framhaldandi, send til limin