Bókadagar 2017

BÓKADAGAR leygardagin og sunnudagin 25.-26. november í Norðurlandahúsinum

Til øll børn og barnsligar sálir! Kom inn í ein spennandi og stuttligan heim við verkstovum, kappingum, upplestri og gandakendum upplivingum:)

 BARNASKRÁIN:

Søgukrókurin hjá Tjóðpallinum

Leygardagin og sunnudagin kl. 14.00 og 16.00

Kom og hoyr søgur úr spennandi og stuttligu bókakistuni. Man tað vera ein søga tú kennir ella ein nýggj og forvitnislig søga, sum tú ongantíð hevur hoyrt áður?
Søguforteljarar: Beinta Clothier og Hans Torgarð

 

Pop-up-leikur: Skrímsalív

Leygardagin kl. 15.00 og kl. 16.30 í Høllini

Søgan um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl. Lítla skrímsl fær vitjan og Stóra Skrímsl er keddur og øvundsjúkur. Teir leita eftir burturmistu skrímslakiskuni og reypa og klintra í trøum. Teir klandrast og gerast vinir aftur, tí eitt veruligt vinarlag tolir eitt sindur av hvørjum.
Gunnvá Zachariasen leikstjórnar og Rakel Helmsdal spælir.

Prísur: 100,- keyp atgongumerki á nlh.fo

SUPERTILBOÐ til klubbalimir 50,- | SPAR 50,-

Keyp atgongumerki til sýningina kl. 15.00

Keyp atgongumerki til sýningina kl. 16.30

Vilt tú verða limur í BÓKAKLUBBANUM trýst her!

 

Teknistovan hjá Erlu

Leygardagin og sunnudagin kl. 14.00 til 17.00

Erla av Vollanum er ótrúlig, tá tað kemur til at tekna figurar úr animeraða heiminum. My Little Pony, The Fairly OddParents, Larva, Zig & Sharko, Frozen, Pokémon, Overwatch, LOL – ja, hon kennir teir allar!

Á Bókadøgum fer Erla at taka ímóti bíleggingum, so tú t.d. kanst fáa eina heilt serliga og persónliga ponytekning heim við. Eisini hevur hon gjørt ein lítlan tekniskúla, har tú kanst læra at tekna støvbollarnar hjá Puff í Píka7.

 

Skrubbuskaðastovan

Sunnudagin kl. 15.00 og 17.00

Hevur skrubba ein heila? Kann hon fáa heilaskjálvta? Hvussu sær ein heili út og hvussu følist hann? Elsubeth M. Fossádal lækni, sum hevur skrivað bókina „Tá ið skrubban fekk heilaskjálvta”, greiður frá heilanum, hví vit hava hann, hvat hann ger og hví tað er umráðandi at ansa væl eftir honum. Og so sleppur tú at royna at nerta við ein næstan ordiligan heila!

HER ER SKRÁIN TIL TEY VAKSNU