William Faulkner
1897-1962
William Faulkner var amerikanskur rithøvundur, føddur í New Albany í Missisippi.
Hann hevði heilt sermerktan skrivistíl, ið m.a. var eyðkendur av, at tað skrivaða er eitt slag av tilvitskustreymi (stream of consciousness). Hann verður ikki hildin at vera ein lættur rithøvundur at lesa, av tí at hann brúkar nógvar ymiskar mátar at siga frá: t.d. symbolismu, allegori, fleiri frásøgurøddir og ymisk sjónarhorn.
William Faulkner var rættiliga ókendur høvundur, til hann fekk Nobelheiðurslønina í bókmentum í 1949.
Útgávur:
Frúgvin Emily í Firvaldsfikkuni Minnisvarðin
Heiður:
1949 Nobelheiðursløn fyri bókmentir
1951 National Book Award
1955 National Book Award
1955 Pulitzer virðislønina
1963 Pulitzer virðislønin