Werner Holzwarth
Werner Holzwarth er føddur í Winnenden við Stuttgart í 1947 og er professari í visuellum samskifti á Bauhaus universitetinum í Weimar síðan 1995.
Hann hevur havt ymsi størv, m.a. hevur hann starvast sum journalistur í Suðuramerika fyri týsku bløðini Stern, Spiegel og Die Zeit.
Hann gav bókina um moldvørpuna út í 1989, og í 1999 varð hon gjørd til eitt sangspæl. Fyri hetta fekk hann Medienpreis der deutschen Musikschulen.
Útgávur:
2008 Um moldvørpuna, sum vildi vita, hvør hevði kukkað í høvdið á sær.
Umrøða:
Anna V. Ellingsgaard: Moldvørpa við missión. Sosialurin/Bókablaðið 240/12. desember 2008
Heimasíða:
www.vomkleinenmaulwurf.de
http://die-schoensten-kinderbuecher.blogspot.com/