Vilborg Dáviðsdóttir

Vilborg Dáviðsdóttir er íslendskur rithøvundur, fødd í þingeyri við Dýrafjørð 3. september 1965.

Hon hevur í mong ár starvast sum journalistur.

Hon gav fyrstu bók sína Við urðarbrunn út í 1993.

Bøkurnar Við urðarbrunn og Nornadómur, sum lýsa lívið hjá einari gentu í víkingatíð, hava fingið nógva viðurkenning og verða eisini brúktar í søguundirvísing fyri at lýsa víkingatíð fyri børnum.

Vilbor Dáviðsdóttir býr nú í Edenborg.

 

Útgávur:

2003 Við urðarbrunn

2004 Nornadómur

 

Umrøða:

Silja Aðalsteinsdóttir: Korku saga þórólfsdóttur í Tímarit Máls og menningar. 56. árg., 3 tbl. 1995. s. 123-127.

 

Heiður:

1994 Viðurkenning IBBY fyri Við urðarbrunn

1995 Barnabókavirðisløn íslendska undirvísingarmálaráðið fyri Nornadóm

 

Heimasíða:

www.vilborgd.blogspot.com