Valerie Thomas

Valerie Thomas er australskur rithøvundur, fødd í Melbourne, har hon býr enn.
Hon er útbúgvin lærari og hevur starvast sum granskari í útbúgving og sum ráðgevi í lesiætlanum fyri lesiinnlæring. Hon hevur skrivað fleiri bøkur um evnið.
Í 1987 varð fyrsta bók um heksina Huldu (Winnie the Witch) útgivin og varð sera væl fagnað.

Útgáva:
2014 Hulda fær nýggja teldu

Heiður:
1988 Children´s Book Award

Heimasíða:
http://www.winnie-the-witch.com