Útisetabørn

Samstarvsavtalan við BankNordik og Smyril Line ger, at limir í Danmark fáa bøkur sendar til dyrnar, uttan at rinda eyka postgjald.

Stuðulin frá Banknordik og Smyril Line verður brúktur til at fíggja frakt og postgjald á pakkum til Danmarkar, soleiðis at útisetar í Danmark rinda sama kostnað fyri bøkurnar sum limir í Føroyum. Samstundis sum tað er bíligari hjá útisetum at vera limir, hava teir eisini møguleika at tekna STROK-hald, fyri sama kostnað sum í Føroyum, og fáa bløðini send ókeypis saman við bókapakkunum.