Ursula Poznanski
Foto: Martin Vukovits
Ursula Poznanski er eysturríkiskur rithøvundur, fødd 30. oktober 1968 í Wien, har hon býr við familju sínari.
Eftir at verða liðug á studentaskúla, byrjaði hon at lesa japanologi, rættarvísindi og teaturvísindi.
Hon hevur starvast sum heilivágsjournalistur síðan 1996.
Hon hevur starvast sum rithøvundur burturav síðan 2003.
Útgáva:
2014 Erebos
Heiður:
2010 Ulmer Unke fyri Erebos
2011 Deutscher Jugendliteraturpreis fyri Erebos
JuBu Buch des Monats. Mars. Fyri Erebos
2012 Österreichischer Staatspreis für Kinder- und Jugendliteratur