Bløðra
Bókaklubbin
- Síður: 280
- Útgávuár: 2021
- Upprunamál: Norskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Siri Pettersen
- Týðari: Jákup Sørensen
Stina er ein trælur. Hon verður noydd at koma upp um morgunin, noydd at fara í skúla, noydd at læra seg sovorðið, sum hon als ikki hevur brúk fyri, noydd at verða eyknevnd Bløðra, noydd at brúka lættimjólk heldur enn vanliga mjólk, noydd at ganga til svimjing og noydd at syngja í tí rotna jólakórinum. Hon noyðist at ganga eftir lortareglum hjá øðrum, í einum lortabýi, í einari lortaverð.
Aftan á ein av vánaligastu døgunum í skúlanum finnur hon eina løgna glaskúlu í kirkjugarðinum við einari toydukku í. Kúlan veksur til eina risastóra bløðru, nóg stór til at hon kann sleppa inn og út úr henni. Í kúluni er lykilin til frælsi, henni hevur longst so eftir. Og hon flýgur! Endiliga kann hon melda seg út úr øllum! Onki leggja í hini og vera fullkomiliga í frið. Bara hon og tann ótespiliga toydukkan. Í allar ævir …