Sum rótskot

Bókaklubbin

168,00 kr  Spar 27,00 kr
  • Síður: 120
  • Útgávuár: 2020
  • Upprunamál: føroyskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Marjun Syderbø Kjelnæs
  • Myndir: Perma: Høgni Egholm Magnussen
Deil:

Hvat gert tú, tá fólk látast sum einki, meðan heimurin verður týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka hóttir við at taka tína bestu vinkonu frá tær? Tú hugsar kanska sum Pax: hygg her, eg eri 16 ár, ókey, chill, men tá tú veruliga, veruliga hevur fingið nokk av bullshitinum? Hvat tá?


Ein bók, sum skrivar seg so beint inn í tíðina. Endiliga eru umhvørvistrupulleikar og umsorgan fyri framtíðini av álvara á bredda í føroyskum bókmentum. Væl og fangandi skrivað, og eg fekk ikki slept bókini.
— Sanna A. Dahl


Eg bleiv góður við tey ungu í bókini, sum samtíðis provokera meg — og tað er ein dygd í frásøgnini. Og so er tað eisini poetiska orðalagið, sum støðugt peikar út um tað, sum vit fata; út (ella inn) til okkurt meira, sum Steffan einastaðni sigur. Her er ovmikið at njóta, umhugsa, greina og kjakast um. Les!
— Jákup á Lakjuni

Ein sigandi og rørandi ungdómsbók um fýra tannáringar, ið ynskja at varpa ljós á veðurlagsbroytingar, hóast tað til tíðir kann kennast nyttuleyst. Rithøvundurin leiðir okkum ígjøgnum lív teirra, ið er fylt við kenslum sum vónloysi, sorg, forelskilsi og gleði. Kenslur, ið øll kunnu kenna seg aftur í. Vónloysi, tá ið vit ikki kenna okkum hoyrd og einki eydnast; sorg, tá ið vit missa ein góðan; forelskilsi, tá ið vit kenna okkum elskað; og gleði, tá ið okkurt endiliga eydnast. Bókin er løtt at lesa, og tá ein er byrjað, er torført at sleppa henni aftur. Ein bók um veruliga lívið og um ein sera relevantan og álvarsaman trupulleika, sum er umráðandi at varpa ljós á.
—Linnéa L. Petersen

Hvussu langt kunnu vit loyva okkum at fara fyri at vinna og røkka rættvísi? Millum annað hendan spurning viðger rithøvundurin í nýggju ungdómsskaldsøguni Sum rótskot. Søgan snýr seg um at vera eitt ungt menniskja í einum stórum, løgnum og fløktum heimi. Hon viðger týdningarmesta evnið í nýggjari tíð: umhvørvisbroytingar og umhvørvisaktivismu. Bókin er áhugaverd fyri ættarliðið, sum vit kunnu nevna Gretu Thunberg ættarliðið. Men eins og í ungdómsskaldsøguni Skriva í sandin viðger rithøvundurin eisini onnur evni, sum eru viðkomandi fyri ung, eitt nú vinalag, familja og seksualitet. Ein góð og gevandi bók!
—Tráin Petursson Nónklett