Kjarr
Bókaklubbin
- Síður: 446
- Útgávuár: 2020
- Upprunamál: føroyskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Rakel Helmsdal
- Myndir: Kathrina Skarðsá
Ungdómsskaldsøgan eftir Rakel Helmsdal hevur alt, sum tann ungi lesarin hevur brúk fyri í hesi myrku tíðini: eina øðrvísi, listaliga bókauppliving og eina fangandi, nemandi søgu.
Ein beinagrind í einum kjarri. Ein knústur barndómur. Ein verð, sum tú ikki visti var til, men kanska hoyrir heima í. Eitt lítlafingurbein í lummanum og ein ryggsekkur á bakinum. Søgan um Lauru er ein ferð ígjøgnum minnir, manesjur við logandi kyndlum og ein leitan eftir svarum upp á brennandi spurningar. Einasta vitnið: dagbókin.
P.S. Hetta er ikki ein krimi. Men eg finni eitt skelett, sum eg ikki veit hvør er, og eg noyðist at finna út av tí púra sjálv.
P.P.S. Eg = Laura (Lauren) Hansen, 22 ár, úr Havn.
P.P.P.S. Hetta er ein dagbók = hon er PRIVAT! Hon er til mín sjálvs og ikki til tín at lesa! Fingrarnar vekk!