14+: Hetta er ikki vit

Bókaklubbin

200,00 kr  Spar 20,00 kr
  • Síður: 190
  • Útgávuár: 2021
  • Upprunamál: Norskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Neda Alaei
  • Týðari: Ingun Háberg
Deil:

Hetta er ikki eg.

Hetta er ikki mítt lív.

Pápin kemur ikki upp um morgunin. Hann ger ikki mat longur, og hann svarar næstan ikki, tá ið Sanna tosar við hann. Í skúlanum er tað ikki nógv betri, tí besta vinkonan vil ikki hava nakað við hana at gera. Men so byrjar Yousef í flokkinum, og hann hevur umleið eina millión eygnavippur og veit, hvat tað vil siga at taka myndir av verðini.

Ein hørð og veruleikanær søga um umsorganarsvik.

 

Bókin kemur til tey, sum eru 14 ár og eldri, í mars.