Jagstranin eftir vittrunum

Bókaklubbin

228,00 kr  Spar 40,00 kr

  • Síður: 366
  • Útgávuár: 2020
  • Upprunamál: svenskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Johan Theorin
  • Myndir: Filippo Vanzo
  • Týðari: Vagnur Streymoy
Deil:

Krýnikan um Jarmaland – 2. partur

Bardagin um Salajak er av, men tað er jagstranin eftir vittrunum ikki. Nógvar vittrur eru rýmdar niður í tunlarnar undir borgini. Marruvittran Ristin og Dhor prinsur fara niður í avgrundina Jarmaland. Í hølunum á teimum er eitt lið av riddarum, fólkahermonnum og álvum, og Jøran og Niklas Egg skulu vísa teimum veg ígjøgnum bergið. Bæði vittrur og menniskju noyðast nú at stríðast í einum ókendum heimi, har vindarnir eru ísakaldir, og har óndar verur lúra í skuggunum …

Norðurlond í 14. øld – ein tíð við kríggi og valdsstríði, og har vittrur, álvur og lindormar vóru líka verulig og vandamikil sum svarti deyðin. Ein verð av myrkri og ísi.