Ulf Stark
Ulf Stark er svenskur rithøvundur, føddur í 1944 og vaks upp í Stureby, sunnan fyri Stokkhólm. Hann skrivaði sítt fyrsta yrkingasavn 19 ára gamal.
Hevur arbeitt við mentanartilfari á blaðnum Expressen og sum starvsfólkaundirvísari í Arbeiðsmarknaðarstýrinum.
Bókmentaliga frambrotið byrjaði av álvara, tá ið hann gav bókina Dárar og deydur út í 1984.
Bøkurnar um Ulf og vinmannin Percy er ein øðrvísi háttur at skriva ævisøgu, har hann brúkar navnið, men finnur uppá hendingarnar. Lygnin hevur við tað skapandi at gera, sigur Ulf Stark, orðið eitt slag av legokubbum, sum tú kanst brúka at bygga og skapa veruleikar við.
Í samband við at Bókadeild Føroya lærarafelags fylti 50 ár í 2006, var Ulf Stark á vitjan, og fólkaskúlanæmingar høvdu høvi at hitta hann í Norðurlandahúsinum, har hann greiddi frá og svaraði spurningum um skaldskap sín.
Útgávur:
1995 Lati hvítabjarnirnar dansa
1996 Stóribeiggin
1998 Systir mín er ein eingil
1999 Gandaskógvarnir hjá vini mínum Percy
2001 Dárar og deydur
2004 Vinur mín sjeikurin í Stureby
2006 Vinur mín Percy, Buffalo Bill og eg
Ummæli/umrøða:
Bent Rasmussen: Ulf har fået hund! Skolebiblioteket (Serblað í samband við Barnabókavirðisløn norðurlendsku skúlabókavarðafelagsins í 1998)
Birgitta Fransson: Lovsånger till livet. Opsis Kalopsis nr 3, 2012
Birgitta Fransson: Ulfs hundar. Opsis Kalopsis nr 3, 2012
Ulla Lundqvist: Gudomliga gamla dårfinkar. Opsis Kalopsis nr 3, 2012
Ulf Stark: Med barn-perspektivet i kappsäcken. Opsis Kalopsis nr 3, 2012
Heiður:
1984 Bonniers Juniorförlags barnbokstävling fyri Dárar og deydur
1985 Zilverlen Griffel, Holland
1986 Children´s Book Choice, Belga
1988 Nils Holgarsson plaketten
1993 Astrid Lindgren-priset
1994 Deutscher Jugendliteraturpreis
1995 Expressen, heffaklumpen fyri Stóribeiggin
1996 Augustpriset fyri Systir mín er ein eingil