Tormod Haugen
Tormod Haugen er norskur rithøvundur, føddur 12. mai 1945 í Trysil.
Hann las týskt, listsøgu og bókmentavísind á Universitetinum í Oslo og gav fyrstu bók sína út í 1973.
Á føroyskum hava vit Náttfuglarnar og Joakim, sum forlagið Dropin hevur givið út.
Hann er kendur fyri at duga ótrúliga væl við máli; tað lágmælta intensa málið og knappi, tætti stílur skapar veruleikan um til skaldsøgulist.
Hann er fyrsti barnabókarithøvundur, sum hevur verið í uppskoti til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina og hann hevur dugað sera væl at fylgt við og fornýggja seg í skriving sínari. tá ið Skriker fra jungelen kom út í 1989 varð bókin søgd at vera fyrsta postmodernistiska barnabók í Noregi.
Útgávur:
1986 Joakim
Heiður:
1975 Kulturdepartementets pris fyri Náttarfuglarnar
1979 Norsk Litteraturkritikerprisen fyri Joakim
1979 Barnebibliotekarprisen fyri Joakim
1979 Deutsche Jugendbuch Preis fyri Náttarfuglarnir
1986 Nordisk Skolebibliotekarforenings Børnebogspris
1990 H. C. Andersen Prisen