Torill Thorstad Hauger
1943 - 2014
Torill Thorstad Hauger var norskur rithøvundur og myndprýðari. Fødd 22. november 1943 í Oslo.
Hon hevur serliga skrivað søguligar ungdómsskaldsøgur.
Kendastu munnu tær vera um víkingar, sum eru týddar til føroyskt. Men hon skrivar ikki bara um víkingar, men hevur lagt stóra orku í at skapa ’Víkingalandið’, eitt stað sum liggur norðan fyri Oslo. Staðið læt upp í 1995 og rúmar bygningar og skip úr bókum hennara, t.d. ber til at vitja garðin hjá Sjúrði Ormsbana og hitta Sjúrð sjálvan og onnur úr bókum hennara. Skúlaflokkar kunnu gista har nakrar dagr fyri at sleppa at kenna víkingatíðina á egnum kroppi.
Á føroyskum hava vit eisini Eitt skip kom á Bjørgvin, sum forlagið Dropin gav út í 1988.
Útgávur:
1988 Eitt skip kom á Bjørgvin í 1349
1988 Víkingar rændu tey
1990 Tey flýggja frá víkingum
1991 Sjúrður Ormsbani
1994 Ravnsgenta
2001 Tórður Illugason
Umrøða:
Bent Rasmussen: Torill Thorstad Hauger – et frisk, norsk pust i børne- og ungdomslitteraturen. (Serblað í samband við Barnabókaheiðursløn Norðurlendska skúlabókavarðafelagsins 1994)
Heiður:
1980 Kultur- og kirkedepartementets Litteraturpris fyri Eitt skip kom á Bjørgvin
1980 Norsk litteraturkritikerlags barnebokpris fyri Eitt skip kom á Bjørgvin
1982 Kultur- og kirkedepartementets Litteraturpris fyri Sjúrður ormsbana
1984 Prøysenprisen
1989 Skolebibliotekarforeningens litteraturpris
1991 Dobloug prisen
1994 Nordisk Skolebibliotekarforening Børnebogspris