Thórarinn Leifsson
Thórarinn Leifsson er íslendskur rithøvundur og myndprýðari, føddur 29. juli 1966. Hann tók prógv á íslendska listaskúlanum í 1989, samstundis sum hann arbeiddi sum gøtumálari í Vestureuropa. Hann hevði starvast sum myndprýðari og web-sniðgevi í nógv ár, áðrenn hann fór at skriva. Fyrstu bókina skrivaði hann saman við konuni rithøvundanum Audur Jónsdóttur. Hon kom út í 2001. Fyrsta bók, hann skrivaði sjálvur, var loyndarmálið hjá pápa, sum kom út í Íslandi í 2007. Thórarinn býr í Reykjavík saman við konuni og tveimum børnum.
Útgáva:
2011 Loyndarmálið hjá pápa
2014 Dreygasøgan hjá lítla Pálli
Ummæli:
Janus Anderssen: Thórarinn Leifsson: Fars store hemmelighed. fortaellingen.dk 28. mai 2009
Steffen Larsen: Islandsk kannibalhistorie er en syret knaldperle. Politiken 11. juni 2009
Tina Maria Winther: Islænding portrætterer dansk kannibal. Politiken 12. des. 2009
Heimasíða:
www.totil.com