Thomas Svensson
Thomas Svensson er svenskur rithøvundur, sum starvast sum art director í egnum samskiftisvirki í Malmø. Hugskotið til Bemblu fekk hann, tá ið konan var við barn. Barnið var sera lívligt í búkinum, ja tað var næstan so at tað hoppaði og spraklaði so mamman ristist.
Útgávur:
1993 Bembil býr í búkinum
1995 Bembla kemur heim
1998 Bembla etur døgurða
1998 Bembla fer í bað
1998 Bókin um meg
2002 Mammur okkara
2003 Bembla bakar kaku
2003 Potturin hjá Bemblu
2005 Bembla fyllir