Tadhg Mac Dhonnagáin

Tadhg Mac Dhonnagáin er úr Aghamore, County Mayo í Írlandi og er kendur í írskum sjónvarpi. Hann er upprunaliga skúlalærari. Hann er eisini kendur sum gittarspælari og sangari og eigur forlagið Futa Fata, sum gevur út tilfar til børn á írskum.

Tadhg Mac Dhonnagáin býr í Conamara við konu og fýra børnum.

 

Útgávur:

2015 Dávur. Eg hoyri okkurt!

         Dávur. Hvar er bamsan?

 

Heiður:

2007 Uachtarán an Oireachtais