Sven Nordqvist - bøkur merktar við "Mamma mu"

Sven Nordqvist er føddur í 1946 í Helsingborg og hevur teknað og málað alt sítt lív.

Hann hevur útbúgving sum arkitektur, men hann gjørdist barnabókarithøvundur og illustratørur í 1983, tá ið hann vann eina myndabókakapping við bókini Agaton Öman och Alfabetet, sum forlagið Opal skrivaði út. Stóra gjøgnumbrotið kom tó í 1984, tá ið Pannukøkulagkøkan kom út og lesarin fyrstu ferð hittir Pettson gamla og kettuna Findus.

Myndirnar í bókum hansara eru sera litríkar og fullar í smálutum. Nógv hendir á hvørjari mynd, smáar dunnur, sum fara rennandi við brotnum eggi á børu, lítlar verur, sum standa á krakkum fyri at hyggja út gjøgnum eitt hol, smáar verur á stúltum fyri at røkka upp um borðkantin og mangt annað, sum kann fáa bæði børn og vaksin at sita í tímavís og hyggja í bøkurnar hjá Sven Nordqvist.

 

Útgávur:

1987: Neyðars Pettson

1987: Pannukøkulagkøkan

1989 Pettson fær vitjan á jólum

1989: Narvi finnur ein stól

1992: Hýruvognurin hjá Narva

1997: Og hanin gól

2001: Tá ið Findus lítli hvarv

2003: Revaveiðan

2005: Rok í veltuni

2008: Pettson tjaldar

2008: Hvar er systir mín?

2012: Findus flytur út

2014: Mammu Mu svimur (myndprýtt)

2015: Kennir tú Pettson og Findus?

2016: Hvar er Pettson?

2016: Meira ferð, Mamma Mu (myndprýtt)

2017: Krákus sigur IKKI! (myndprýtt)

2018: Mamma Mu spælir (myndprýtt)

2019: Hundatúrurin

2019: Eta gras (myndprýtt)

2020: Dugir tú onki, Pettson?

2020: Krákus sigur ANSA EFTIR (myndprýtt)