Suzanne Collins

Foto: Charles Pryor

Suzanne Collins er amerikanskur rithøvundur, fødd í 1962. Hon býr í Connecticut.
Í 1991 byrjaði hon at skriva til barnasjónvarp. Fyrsta bók, hon gav út var í 2003. Tað var fyrsta bók av fimm í einari røð kallað The Underland Chronicles.
Fyrsta bókin í tríverkinum um Hungursleikirnar kom út í 2008, og síðani eru tær komnar í 2009 og 2010.
Íblásturin til bøkurnar hevur hon partvís frá griksku fornaldarsøgnunum um Theseus og Minotaurus.
Hungursleikirnir gjørdust rættiligt gjøgnumbort fyri rithøvundan. Tær báðar fyrstu bøkurnar vóru prentaðar í meira enn 1.5 milliónum eintøkum bara í Norðuramerika eftir einum ári.
Fyrsta bókin er gjørd til film, sum verður frumframførdur í mars 2012.

 

Útgávur:
2012 Hungursleikirnir 1

2012 Hungursleikirnir 2 - Festir í

2014 Hungursleikirnir 3 - Boðkveggja

 

Ummæli:

Laura Miller: Fresh Hell. The New Yorker. 14. juni 2010

Morten Haugen: Revolusjonsheltinne med eget stylist-team. barnebokkritikk 15. september 2010

Thea Bjerregaard. Dødsspillet!!review! 23. juli 2011

Pamela Paul: Peer pressure? How About , Like, Fighting to Death? The New York Times 9. mars 2012

Amy Davidson: Counterinsurgency and 'The Hunger Games'. The New Yorker 21. mars 2012

Arni Zachariassen: The Hunger Games ella Paradise Hotel? Dimma, punktum.fo 1. apríl 2012

James Gorman: D.I.Y.Biology, on the Wings of the Mockingjay. The New York Times 10. mai 2012

Katrin Sølvará: Bókaummæli: Hungursleikirnir. 14. mars 2014

 

Viðtal við Suzanne Collin um Hungursleikirnar
 

Videoviðtal við Suzanne Collins

 

Heiður:
2008 A Book List Editor´s Choice fyri Hungursleikirnar
          Besta bók í School Library Journal fyri Hungursleikirnar
          Horn Book Fanfare fyri Hungursleikirnar
          Cibyl Award fyri Hungursleikirnar
          ALA Notable Children´s Book fyri Hungursleikirnar
2010 Georgia Peach Book Award fyri Hungursleikirnar
2011 California Young Reader Medal fyri Hungursleikirnar

 

Heimasíður:
www.suzannecollinsbooks.com
www.thehungergames.co.uk/