Stian Hole

Stian Hole er norskur rithøvundur, føddur 20. mars 1969. Hann býr í Oslo, er giftur og eigur trý børn. Hann er útbúgvin á Statens håndverks- og kunstindustriskole í Oslo og er grafiskur sniðgevi og myndprýðari.
Sum sniðgevi hevur hann m.a. arbeitt nógv við at gera permur fyri onnur m.a. fyri rithøvundar sum Kjartan Fløgstad, Lars Saabye Christensen, Jostein Gaarder og Jan Guillou.
Fyrsta bók hansara var Den gamle mannen og hvalen.
Onnur bókin Summarið hjá Gudmundi hevur gjørt Stian Hole kendan uttan fyri Noreg. Hon hevur higartil fingið átta virðislønir og er fyrsta av trimum bókum um drongin Gudmund.
Stian Hole er fyrsti norski rithøvundur, sum hevur fingið virðismetta Bologna Ragazzi Award.

 

Útgáva:
2011 Summarið hjá Gudmundi

2012 Gøtan hjá Gudmundi

2013 Loyndarmálið hjá Gudmundi

 

Um:

Nordisk Børnebibliotekarpris 2009

 

Ummæli:
Nina Goge: Poetiske konstellasjoner. barnebokkritikk.no,  11. august 2006
Mette Hofsødegaard: Sanseligt mesterverk. Aftenposten, 16. november 2006
Silje Stavrum Norevik: Prisbelønt klippeteknikk. Bergens Tidende, 10. mars 2007
Åsa Warnqvist: Starkt om liv och död. Svenska Dagbladet, 5. mai 2008
Steffen Larsen. Pludselig sidste sommer. Politiken, 10. mai 2008
Mette Moe: Sushi i bokform. barnebokkritikk.no 17. sept. 2008

Andreas Platthaus: Könnten Tanten fliegen. Frankfurter Allgemenin Zeitung, 12. mars 2009

Stina Zethraeus: Stian Holes drömcollage nyskapar bilderboken. Opsis Kalopsis nr 3/2009

Jens Andersen:Garmann og livets regnestykke. Berlingske Tidende 11. februar 2010

Anne Cathrine Straume: Magisk vakker Garmann. nrk.no 11. mai 2010

Petra J. Helgesen: Detaljens mester. barnebokkritikk.no 16. juni 2010

Kari Sønsthagen: 'Er du bange for at blive voksen?' Berlingske Tidende 26. august 2010

Jens Raahauge: Garmanns hemmelighed. folkeskolen.dk 24. november 2010

 

Viðtal:

Anita Brask Rasmussen: Ideer vokser ligesom planter. Information 27. mars 2015

 

Heiður:
2006 Brageprísin fyri Summarið hjá Gudmundi
2007 Kulturdepartementet bildebokpris fyri Summarið hjá Gudmundi
        Bologna Ragazzi Award fyri Summarið hjá Gudmundi
        Ársins vakrasta myndabók fyri Summarið hjá Gudmundi
2008 Prix Sorciére (Frankaríki), ársins besta bók Summarið hjá Gudmundi
2009 Noteable Children´s Book (USA) fyri Summarið hjá Gudmundi
         Ezra Jack Keats new Author Award (USA) fyri Summarið hjá Gudmundi
2010 Deutscher Jugendlitteraturpreis fyri Summarið hjá Gudmundi

        Norðurlendski barnabókavørðaprísurin fyri Gøtuna hjá Gudmundi

        Brageprísin fyri Loyndarmálið hjá Gudmundi

2012 Italian Premio Andersen Award fyri Summarið hjá Gudmundi