Stephenie Meyer - bøkur merktar við "Fantasy"
Stephenie Meyer var fullkomiliga ókend, líka til hon hevði skrivað bókina Skýming,Twilight, sum kom út á enskum í 2005.
Hon er fødd í 1973 og vaks upp í Phoenix og fór at lesa enskar bókmentir á Brigham Young University. Har hitti hon mann sín og giftist 21 ára gomul, búsettist stutt uttan fyri Phoenix og fekk síðan tríggjar synir.
Tá ið fyrsta bókin í røðini Skýmingarsøgur kom út í 2005, reyk hon beinanvegin upp á fimta pláss í bestseljaralistanum hjá New York Times og varð eisini vald sum besta ungdómsbók av bæði Amazon.com og Publishers Weekly.
Bókin er í dag týdd til 20 mál.
Útgávur:
2009 Skýming
2010 Nýmáni
Ummæli:
Inna Törnroos: Blóðdryppandi kærleikssøga. Sosialurin/Vikuskiftið 8. januar 2010
Heimasíða: