Steintór Rasmussen

Steintór Rasmussen er lærari og tónleikari, føddur í 1960 og býr í Klaksvík.

Hann hevur í nógv ár spælt við bólkinum Frændum. Hann er eisini kendur sum sangskrivari í Kulum rótum og sum fyriskipari av Summarfestivalinum í Klaksvík.

Hann hevur skrivað krimigátur, sum hava verið at hoyrt í Útvarpi Føroya, og sum hava verið i barnablaðnum Strok.

 

Útgávur:

2005 Kular røtur

2006 Svartideyði í Svartadeyða og aðrar spøkilsissøgur

2007 Lykilin í Míni jólabók

2008 Tey heitu jólini í Míni jólabók

2010 Ein fríður huldudrongur í Míni jólabók

2012 Í føðingardag jólaaftan í Míni jólabók

2013 Ræðusøga í Míni jólabók

 

Heiður:

2006 Barnavókavirðisløn M.A.Jacobsens fyri Kular røtur

 

Heimasíða:

steintorrasmussen.fo