Handbók fyri superhetjur 4 - Úlvurin kemur

Bókaklubbin

198,00 kr 

  • Síður: 108
  • Útgávuár: 2020
  • Upprunamál: svenskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Elias Våhlund
  • Myndir: Agnes Våhlund
  • Týðari: Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir
Deil:

Tá tú stendur andlit til andlits við tína størstu ræðslu, kann einki rættiliga ræða teg longur. 

Vandamiklasti skálkurin í býnum, Wolfgang, hevur rænt borgarstjóran og vil hava Reyða skortin afturfyri. Leingi hevur hann roynt at fanga Lisu, og nú tykist hann vita júst, hvussu hann skal bera seg at. Lisa veit ikki síni livandi ráð – skal hon bjarga sær sjálvari, ella geva seg upp í hendurnar á rænaranum fyri at bjarga borgarstjóranum? Men brádliga fær hon óvæntaða hjálp. Spurningurin er bara, um Lisa kann líta á nýggju vinirnar? 

Ferðmikið, spennandi og vakurt um eina lítla gentu, sum tekur málið í egnar hendur.