Sólvør Patursson Niclasen

Sólvør Patursson Niclasen er fødd í 1947 í Tórshavn og starvast sum læknaskrivari á Landssjúkrahúsinum. Hon hevur skrivað stuttsøgur og yrkingar í Mína jólabók, Birting og stuttsøgusavnið Mjørki í heilum. Hon hevur haraftrat skrivað krimiútvarpsleikin Eiturlív í samband við Listastevnuna 2002.

 

Útgávur:

1999 Køtturin Kalli í Míni jólabók

2000 Barnaminnir, Hin løgna bókin í Míni jólabók

2001 Glerpípusonatan í Mjørki í heilum

2001 Jólanátt á bispagarðinum í Míni jólabók

2002 Njál, Ringur og Árni í Míni jólabók

2013 Vøkunáttin í Vencili nr. 14