Solveig Hansen

Solveig Hansen er úr Havn og er fødd í 1990. Hon hevur altíð teknað nógv og tikist við ymiskt kreativt. Hon hevur gingið á listaháskúli í Noregi og verið við til at myndaprýtt ymiskar bøkur (Mín Jólabók, Krabbabøkur) og hølir (Margarinfabrikkin, Billiardhúsið í Vági), eins og hon hevur verið við til ymiskar framsýningar (Ólavsøkuframsýning, Müllers Pakkhús).

 

Myndprýðingar:

2007 Lykilin (Steintór Rasmussen) í Míni jólabók

        Jólagávan (Sólrún Michelsen) í Míni jólabók

2008 Jólini hjá Innantanna Annu og Túsundbeininum Súna, Mín jólabók (Oddfríður M.

        Rasmussen)

        Tveir veitsluklæddir kavamenn, Mín jólabók (Kristin Thomsen)

2009 Mia og Lias (Lydia Didriksen)

        Mona og Boas (Lydia Didriksen)

        Søgan um eitt dunnupar, Mín jólabók (Oddvør Johansen)

        Hundasjúkur, Mín jólabók (Steintór Rasmussen)

2010 Mia og Lias ríma (Lydia Didriksen)

        Mín jólabók

2012 Mín jólabók

2014 Mín jólabók

2015 Mín jólabók

2016 Hvannpoppkorn og summardáafruktsalat (Joan Sørinardóttir)