Sólrún Michelsen

Sólrún Michelsen er føroyskur rithøvundur, fødd 11. mars 1948 og er uppvaksin á Argjum.

Hon er gift og eigur trý vaksin børn og starvast sum stjóri á fyritøku, sum hon og maðurin eiga.

Fyrsta bók hennara var um uppvøksturin á Argjum, um at vera argjafrensur, hon kom út í 1994. Hon hevur eisini skrivað søgur í Mína jólabók.

 

Útgávur:

1992 Jól hjá Onnu og Jákupi – í Míni jólabók

1994 Argjafrensar

1996 Útiløgukattar

1997 Emma – Míni jólabók

1998 Tann fyrsta flykran, Eg kenni eina vættur í Míni jólabók

1999 Hin útvaldi

        Barnajól, Magga í Míni jólabók

2000 Gásasteggin, Postboð í Míni jólabók

2001 Fuglakongurin, Hinumegin vindeyga í Míni jólabók

2002 Geislasteinar

2003 Loppugras

        Tann fyrsta flykran fall í dag, Ein dag eg lá á bønum í Míni jólabók

2005 Sápubløðran í Míni jólabók

2006 Óvitar í Spøkilsið sum flenti

        Summi renna í stuttum brókum í Vencil 1

2007 Gjøgnum skygnið í Vencili 3

        Jólagávan í Mín jólabók

2009 Hin blái eingilin í Vencili 6

        Kantatusálmur í Vencili 7

        Sjúrður og dvørgamoy í Míni jólabók

2011 Sjósavnið hjá Høgna í Míni jólabók

2012 Útoyggj í Vencili 11

        Sjúrður og drekin í Míni jólabók

2013 Torkils døtur

2015 Sunudagur í Vencili nr. 15

 

Ummæli/umrøða:

Ólavur í Beiti: Útiløgukattar eru vit jú øll – Oyggjatíðindi 20. november 1996

Hugin Eide: Endurminningar ella skaldsøga – Føringurin 19. desember 1996

Malan Marnersdóttir og Jóna Malunardóttir: Útiløgukattar. Skúlablaðið nr. 8 1996

Jógvan Isaksen: Lív og levnaður á Argjum og í Havn. Sosialurin 21. mars 1998

Turið Kjølbro: Ógvuliga gevandi at skriva til børn – Sosialurin 18. desember 1999

Marna Jacobsen: Fjakkarin. Bragi nr. 1 2000

Dagny Joensen: Byrjaði at skriva tá børnini fluttu heimanífrá – Bókajól 16. november 2000

Birgir Kruse: Spírin verður lagdur í barnaárunum – Sosialurin 9. desember 2000

Sólrún Michelsen: Ein fragd at skriva til børn. Skúlablaðið nr. 4/2003

Arnbjørn Ó. Dalsgarð: Hostajavni nalvagras. Fregnir 19 des. 2003

Anna V. Ellingsgaard: At skriva er mín rúsur. Sosialurin 31.oktober 2008

Turið Kjølbro: Páll fangi og Torkils døtur. Skúlablaðið nr 1/2015

 

Heiður:

2002 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs

2008 M. A. Jacobsens heiðursløn fyri fagurbókmentir