Sigurð Joensen

1911-1993

Sigurð Joensen var føddur við Gjógv 27. apríl 1911 og gjørdist sum vaksin løgfrøðingur, politikari og rithøvundur.

Starvaðist sum landsrættarsakførari og hevði skrivstovu í Havn til 1984.

Sat í tólv ár á tingi fyri Tjóðveldisflokkin.

Hann undirvísti eisini á Fróðskaparsetrinum í løgfrøðimáli og á Sjómans- og Maskinskúlanum í sjórætti.

Fyrsta upprunaføroysku barnabók, Gráa dunna, kom út í 1958, og hana hevði Sigurð Joensen skrivað.

 

Útgávur:

1979 Hvíti tarvur í Míni jólabók

1981 Jólatrøllið í Míni jólabók

1995 Bókstavirnir

 

Ummæli/umrøða:

Elefantur er ein fílur – nøsin er ein stórur drýlur. 9. sept. 1995

 

Heiður:

1977 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs

1987 Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens