Sámal Kristian Soll

Sámal Kristian Soll er føddur 25. mai 1977 í Tórshavn og er uppvaksin har.

Hann er cand. mag í enskum.

Hann hevði tríggjar stuttsøgur við í savninum Russiskur dansur og hevur týtt stuttsøgur úr enskum, m..a Hemingway, sum hava staðið í Skáanum og Varðanum.

Hann týðir gátubøkurnar í røðini Detektivstovan hjá Lassa og Maiu, sum Bókadeildin gevur út.

 

Útgávur:

2006 Ver ikki bangin í Spøkilsið sum flenti

        Jólini hjá Hugnamúsini í Míni jólabók

        Bókabøðil í Vencili 1

2007 Marrubókin í Vencili 3

2008 Vættrahúsið í Míni jólabók

2010 Tá ið Hvítamús hvarv úr Músadalinum í Míni jólabók

2011 Føðingardagurin hjá hugnamúsini í Míni jólabók

2012 Hin óargaligi jólamaðurin í Míni jólabók

2013 Villamús fer í grind og Spøkilsið á lærarastovuni í Míni jólabók

2015 Svart hol í Vencili nr. 15

 

Bloggur