Sally Gardner

Sally Gardner er enskur rithøvundur og myndprýðari.

Hon er fødd og uppvaksin í London og býr har enn við manni og børnum.

Tað serliga við henni er, at hon er orðblind, men við mikið stríð og strev megnaði at fáa hægsta próvtal á listaskúla og síðani gjørdist gitin sniðgevi av búnum.

Hon fór at skriva eftir at hava átt børnini, mangan vóru søgurnar eitt slag av ævintýrum og høvdu ymiskt gandakent í sær.

Fyrsta ungdómsbókin, hon skrivaði var Eg, Coriander.

 

Útgávur:

2007 Eg, Coriander

 

Ummæli/umrøða:

Polly Curtis: The dyslexic novelist. The Guardian 2. august 2005

Sally Gardner: Dyslexia and me. The Guardian 4. november 2014

 

Viðtal:

Geraldine Brennan tosar við høvundan

 

Heiður:

2005 Nestle Children´s Book Price fyri Eg Coriander