Salla Simukka
Salla Simukka er finskur rithøvundur, fødd í Tampere 16. juni í 1981.
Hon hevur skrivað fleiri stuttsøgur fyri ung, hevur týtt ein hóp av bókum bæði til børn, ung og vaksin, men tað var við tríverkinum um Snjóhvítu, at hon fekk gjøgnumbrotið sum rithøvundur. Bøkurnar eru higartil seldar í 48 londum.
Salla Simukka fæst eisini nógv við at ummæla í finskum bløðum og hevur verið ritstjóri á bókmentatíðarritinum LUKfiilis, sum er fyri ung, frá 2009 til 2013.
Útgáva:
2015 So reyð sum blóð
2016 So hvít sum snjó
Heiður:
2013 Topelius Prize fyri bestu ungdómsbók
Finland Prize
Bloggur:
snowwhitetrilogy.wordpress.com