Robert Louis Stevenson

1850-1894

Robert Lewis Stevenson var skotskur rithøvundur. Hann er serliga kendur fyri bøkurnar Skattaoyggin, sum kom út fyrstu ferð í 1882 og The Strange Case of Dr. Jekyll and Mr. Hyde, sum kom út í 1886.

Hann var viðurkendur sum rithøvundur, meðan hann livdi, men eftir fyrsta heimsbardaga broyttist sjónarmiðið á skaldskap hansara, og hann var hildin at vera 2. flokks rithøvundur. Hann hvarv úr bókmentaundirvísing og var útihýstur í tí 2000 bls. longu Oxford Anthology of English Literature, sum kom út í 1973.

Ikki fyrr enn í 2006 slapp hann við í 8. útgávuna av bókmentaritverkinum. Sjónarmiðið á Stevenson er aftur broytt; í dag verður hann hildin at ver ein týðandi rithøvundur.

Robert Louis Stevenson livdi seinastu ár síni á Samoa. Tá ið hann doyði, bara 44 ára gamal, hildu íbúgvarnir í økinum, har hann búði, vakt yvir søgusigaranum (sum hann varð nevndur) um náttina. Aftaná bóru teir hann fleiri míl á herðunum niðan á eitt berg út móti havinum, har hann varð grivin.

Við leiðið stendur skrivað tað, hann vildi hava sum gravskrift:

 

Under the wide and starry sky,

Dig the grave and let me lie.

Glad did I live and gladly die.

And I laid me down with a will.

This be the verse you grave for me:

Here he lies where he longded to be;

Home is the sailor, home from the sea

and the hunter home from the hill.

 

Útgávur:

2004 Skattaoyggin

2015 Løgna søgan um Jekyll lækna og harra Hyde